Ferðast við
nýrasjúkleika?
GoTravel.fo hevur í samráð við Nýrafelagið í Føroyum kunna seg eitt sindur krøv fyri at ferast við nýrasjúku og hjálpur tær at finna dialysu støð runt um í heiminum — so tú kanst ferðast í friði og nýta upplivingina fulla.
Ferðast er gjørligt
Nýrasjúkur kunnu ferðast til flestu støð í heiminum, um ferðin er væl skipulögd. Vit hjálpa tær við at finna tryggar dialysu møguleikar á ferðarmálinum.
Dialysa uttanlands
Dialysa uttanlands krevur skrásetning á fyrivarandi. Vit hava samband við klinikkar í Evropa og hjálpa tær við allar fyrimeldingar og papírarbeiði.
Hvat tú skalt hava við
Tú skalt hava læknabrøv, dialysu-skema, trygging og kontaktupplýsingar til tína lækna heima. Vit vegleiða teg í hesum ferlinum.
Tryggin á ferðini
Tað er umráðandi at hava eina ferðatrygging sum dekkar nýrasjúkleika og dialysu uttanlands. Vit ráðgeva tær um hvørjar tryggingarnar passa best.
✅ Hvat kann GoTravel.fo shjálpa tær við`
Finna dialysu støð
Vit leita eftir godkendum dialysu klinikkar á ferðarmálinum og finna útav um tað eru leys pláss.
Tilmelding og papír
Vit hjálpa við at fylla út og senda allar neyðugar tilmeldingar til klinikkina.
Skráleggja dialysu tíðir
Dialysu tíðirnar verða skrásettar inn í ferðarskemað, so ferðin gongur lættliga.
Samband við Nýrafelagið
Vit arbeiða saman við Nýrafelagið í Føroyum fyri at trygga bestu vitanina.
🗺️ Dialysu støð ið GoTrav hevur verði í samband við
Hetta er eitt lítið yvirlit yvir dialysu møguleikar sum vit hava verði í samband við. Samband verður tikið við fleiri klinikkina leypandi.
📬 Vilt tú hoyra meira?
Vil tú vita meira um at ferðast við nýrasjúkleika? Fyll út frymilin, so venda vit aftur til tín skjótast gjørligt.
GoTravel.fo
Vælskapaðar pakkatúrar úr Føroyum til áhugiverd støð í Evropa.
Samband
Mánadag – Fríggjadagur
10:00 – 14:00
📧 info@gotravel.fo
📞 +298 605600